Nú er padel-tennis komið til Føroya

Sosialurin hevur verið ein túr í nýggju padel-hølunum í Havn fyri at síggja, hvussu sær út.

Soleiðis sá út í síðstu viku, tá seinasta hond varð løgd á. Nú manglar bara at gera vesi og skiftirúm.

Í næstum letur ein nýggj padel-tennis høll upp í Havn, sum gongur undir navninum Padel.fo.

 

Talan er um eina ítróttagrein, sum er blivin óvanliga populer uttanlands upp á sera stutta tíð. Padel kann í stuttum best lýsast sum ein blanding millum tennis og squash.

 

Tað verður á Hálsi í Havn í gomlu Prentsmiðstøðini. Stigtakari er Fróði Sigvardsen, sum eigur hølini, og hann fær góða hjálp frá soni sínum Hákun Sigvardsen.

 

– Eg visti ikki beinanvegin, hvat eg skuldi brúka hølini til. Eg spekuleraði, um tað kundi brúkast til handilsvirksemi ella hvat. Men so kom hugskotið at brúka tað til padel-tennis, fortelur hann.

 

Íblásturin at byrja padel tennis er komin úr Danmark, har ítróttagreinin sum sagt hevur vunnið nógv fram seinastu heilt 2-3 árini. Í 2007 var ein bani í Danmark. Í 2018 vóru 32 banar. Í 2020 vóru 203, og í dag eru heili 869 banar, sambært Dansk Padel Forbund.

 

– Vit hava spælt padel niðri í Danmark. Tað er stuttligt. Hetta er upplagt at hava í Føroyum eisini, sigur Hákun Sigvardsen.

 

Feðgarnir vænta, at klárt verður at lata upp um einar tvær vikur.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

(Myndir: Álvur Haraldsen)

 

Soleiðis sá út í síðstu viku, tá seinasta hond varð løgd á. Nú manglar bara at gera vesi og skiftirúm.

Tveir spaniólar eru komnir til Føroya at seta banan upp. Her koyra teir sand á vøllin.

Hákun Sigvardsen vísti Sosialinum nýggju padel-høllina í síðstu viku.