Nú er klárt til LeikREAD

Seks pallsettar lesingar av leikritum í Sjónleikarhúsinum um vikuskiftið.

Hetta vikuskiftið verður LeikREAD í Sjónleikarhúsinum í Havn har kunnu tit uppliva pallsettar lesingar av 6 leikritum. Seinastu tveir dagarnar, hava 60 fólk stákast í Sjónleikarhúsinum fyri at fáa alt uppá pláss.

 

At hvørjum riti eru knýttir leikarar og leikstjóri. Leikararnir fingu ritið mánadagin, men fingu ikki at vita hvønn leiklut tey hava, fyrr enn beint undan fyrstu venjing. Hvør leikur er vandur tvær ferðir fýra tímar, áðrenn hann verður spældur. Venjingarnar hava gingið sera væl, og nú gleða tey seg at bjóða øllum í Sjónleikarhúsið. Tiltakið er ókeypis.

 

LeikREAD er partur av Nordic Drama Train, sum er úrval av nýskrivaðum leikritum
úr øllum Norðurlondum. Luttakandi ritini verða vald annaðhvørt ár og týdd til øll norðurlendsk mál. Dramatokið ferðast millum norðurlond, og hvørt land skipar fyri síni egnu lesing.

 

Myndirnar hevur Maria G. Tórgarð tikið.