Nú er gátuføri maðurin eyðmerktur

Fyrr í hesum mánaðinum deildi løgreglan í Onglandi mynd av manni, sum eingin visti um at siga - heldur ikki maðurin sjálvur.

Løgreglan í Dorset í Onglandi deildi fyrr í hesum mánaðinum viðheftu mynd av tá ókendum manni.

 

Saman við myndini heitti løgreglan á fólk um hjálp til at finna út av, hvør maðurin er.

 

Maðurin varð sæddur eftir einum gonguvegi nærindis strondini í Dorset hin 28. september í fjør.

 

Sagt verður, at hann tosaði við eysturevropeiskum tóna.

 

BBC veit at siga, at maðurin dugdi hvørki at fortelja, hvør hann var - ei heldur hvaðani hann var.

 

Men, nú nakrar mánaðir seinni er maðurin eyðmerktur, veit lokala ávísin, Dorset Live, at siga.

 

Løgreglan sigur við ávísina, at talan er um ein 43 ára gamlan mann úr Litava.

 

- Vit fegnast um, at loyndarálið er loyst, og at gátuføri maðurin nú er eyðmerktur.