Men tað var ikki uttan svørðslag, tí Miðflokkurin og menninir í Fólkaflokkinum vóru harðiliga ímóti, at felagsheitið fyri tað sum fyrr æt »løgtingsmaður«, nú er »løgtingsfólk«. Orsøkin var, at hetta slóðar vegin fyri og bakkar fyri trýstið frá LGBT og fólkum, sum hvørki kenna seg sum mann ella kvinnu.
Hetta var tó staðiliga afturvíst av fleiri. Eisini Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur gjørdi greitt, at hon fann seg ikki í at verða løgd undir at hava dulda dagsskrá.
Talan var um tvey mál, annað broyting í stýrisskipanarlógini, hitt ein broyting í tingskipanini.
Málini vórðu samtykt við stórum meiriluta. Tað fyrra við 25 atkvøðum fyri og 6 ímóti, og tað seinna við 25 atkøvðum fyri og 5 ímóti.
Teir, sum atkvøddu ímóti broytingunum í stýrisskipanini vóru:
##med2##
##med3##
Teir, sum atkvøddu ímóti broytingunum í tingskipanini vóru:
##med4##
##med5##