Nú er bjargingartyrlan aftur tøk

Nú er bjargingartyrlan hjá Atlantsflogi aftur tøk, skuldi brúk verið fyri henni.

 

Tað boðar MRCC frá í kvøld

 

Tað var Klokkan 20.40 í kvøld, at tyrludeildin hjá Atlantsflogi boðaði frá, at bjargingartyrlan var liðugt umvald og tøk aftur, sigur MRCC-

 

Annars hava vit onga bjargingartyrli havt síðani mitt í vikuni, tá ið hon fekk eitt brek.

Samstundis hevur hin tyrlan ikki fingið flúgviloyvi enn eftir ábøtur.