- Nú byrjar glæntrileikurin av nýggjum.
Soleiðis tekur Føroya Arbeiðsgevarafelagið turrisliga til, nú politikarar, enn einaferð, hava sett sær fyri at bøta um korini hjá pensjónistum.
Og tá ið tey tosað um ein glæntrileik, hugsa tey um útsøgnirnar hjá politikarum úr andstøðuni, og úr samgonguni, har hvør er ímóti hvørjum øðrum.
- Verður lurtað eftir politikarum, skuldi ein trúð, at størsta avbjóðingin hjá føroyska samfelagnum er at tryggja, at pensjonistar ikki rýma av landinum, tí pensjónirnar í Føroyum eru ikki nóg góðar, staðfesta tey í Arbeiðsgevarafelagið.
Tað sær eisini út til, at politikarar hava gloymt, hvussu nógvir føroyingar longu spara saman til sína egnu pensjón.
- Tann samansparingin eigur at verða størri, men til tað hendir, kann tørvur vera á at lofta teimum, sum ikki hava nóg mikið, sigur Arbeiðsgevarfelagið.
- At gera hetta til ein av teimum størstu samfelagstrupulleikunum, er tó púra misskilt. Størstu avbjóðingarnar í hesum sambandi, er talið á pensjonistum afturímóti talinum á teimum, sum arbeiða um eini 10-20 ár, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
- Tá ið eingin politikari vil siga tað, sum er illa dámt, má onkur annar gera tað. Og tað er, at sum heild er støðan hjá føroysku pensjónistunum slettis ikki so galin. Politikarar eiga tí serliga at leggja seg eftir at loysa haldføristrupulleikarnar, sum tann broytta fólkasamansetingin viðførir. Og tað kann krevja, at avgerðir, sum eru illa dámdar, verða tiknar, og ein av hesum avgerðum kann vera at hækka pensjónsaldurin.
- Heldur enn at bøta um korini hjá øllum pensionistum, kundu politikarar sett sær fyri at hjálpt teimum lutfalsliga fáu pensjonistunum, sum ikki hava eina nøktandi pensjón, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
- Sum heild eru pensjónistar í Føroyum líka væl fyri, og í nógvum førum betri fyri, enn pensjónistarnir í grannalondunum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag staðfestir, at tað er sera týdningarmikið, at ein politisk semja um eftirlønarøkið, fær undirtøku frá so nógvum flokkum sum gjørligt, og at partarnar á arbeiðsmarknaðinum verða tiknir við í arbeiðið.











