Nú byrjar gongd at koma á aftur

Nú fyrsta vikan er farin av nýggja árinum, er gongd við at koma á aftur hjá fiskiskipaflotanum.

 

Eini fýra partrolarapør eru farin til fiskiskap, men ivasamt er, um nøkur av skipunum koma inn at landa hesa vikuna. 

 

Teir tveir djúpvatnstrolararnir, sum plaga at vera til fiskiskap, eru ikki farnir út aftur í nýggja árinum. 

 

Sambært Fiskamarknaði Føroya hava tveir av teimum smáu trolbátunum verið norðan fyri, har teir hava fiskað tosk, hýsu og so nakað av flatfiski.

 

- Ein trolbátur hevur verið vestan fyri og fiskað havtasku. Allir trolbátarnir koma inn at landa í vikuni.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at eitt garnaskip fiskar svartkalva, men hevur smáligan fiskiskap.

 

- Eitt garnaskip fiskar havtasku. Teir hava brúkiligan fiskiskap og koma inn at landa í dag, verður lagt aftrat.