Nú ber til at søkja stuðul úr Felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík, Tórshavn. Endamálið við grunninum er at styrkja samstarvið og fatanina millum politikarar og borgarar í Tórshavnar kommunu, Nuuk og Reykjavík. Umsøkjarar, ið fáa stuðul úr grunninum, skulu birta undir samstarvið millum býirnar.
Í fjør komu sjey umsóknir úr Føroyum til grunnin. Tær fingu úr 15.000 krónum uppí 40.000 krónur í stuðli.
Mesta stuðulin i fjør fingu verkætlanin Heilsufótbóltur á Argjum og ein 8. flokkur í Eysturskúlanum, ið fingu 40.000 kr. í part. Kvinnurnar, ið spæla heilsufótbólt á Argjum, skuldu brúka stuðulin til eina ferð til Reykjavíkar at spæla fótbólt móti øðrum liðum, ið spæla heilsufótbólt. 8. Flokkurin í Eysturskúlanum skuldi somuleiðis brúka stuðulin til eina ferð til Íslands.
Samlaða stuðulsupphæddin í ár er 900.000 krónur. Hvør býur letur 300.000 krónur í grunnin í ár.
Umsóknarblaðið og meira kunning er á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, skrivar torshavn.fo.
Umsóknarfreistin er 1.apríl 2024.