Nú ber til at síggja fornminni í 3D

Nú kunnu øll uppliva fornminni, landssløg og gripir hjá Søvnum Landsins í 3D.

 

Yvir 20 3D modell er nú løgd út á heimasíðuna hjá Fornminnissavninum, og fleiri fara at koma.

 

– Hetta eru m. a. skrásetingar frá fornfrøðiligu kanningunum í Koltri í 2015 og skrásetingar gjørdar við dronu av bønhústoftum kring landið í 2016. Eisini ber til at fara inn í 3D modellini í virtual reality (VR), um tú hevur VR brillur, skrivar Fornminnissavnið.

 

Leinkjan til 3D portalin er: https://Sketchfab.com/Savn