NSR-tænasta á Glyvrum

Hósdagin opnaði ein NSR miðstøð á Glyvrum. Miðstøðin skal veita ráðgeving til skúlar, stovnar og foreldur í sunnaru helvtini av Eysturoy

Gamli skúlin á Glyvrum verður karmur um NSR miðstøðina, sum opnaði hósdagin. NSR stendur fyri Náms- og Sálarfrøðilig Ráðgeving. Á miðstøðini fara fimm starvsfólk at starvast dagliga. Uppgávan verður at veita ráðgeving til lærarar og foreldur og at geva serundirvísing og serhjálp til næmingar við serligum tørvi.
Hósdagin var samkoma í hølunum hjá NSR. Jógvan á Lakjuni og Rodmundur Nielsen hildu røðu. Marita og Jonni sungu vakran tvíraddaðan sang.
Hans Jón Thomsen, samskipari á miðstøðini á Glyvrum, bjóðaði vælkomin og las skránna.
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, helt røðu fyri áhoyrarunum. Hann ynskti øllum til lukku við hesum framstigi innan sernámsfrøðiliga økið.
- Eg eri ógvuliga fegin um, at hetta er komið í lag, tí tað er øllum greitt, at tað sernámsfrøðiliga økið má og skal raðfestast hægri. Eg havi eisini sett mær fyri, at hetta skal gerast. Eg veit væl, at hetta verður ikki gjørt við bert at seta eina slíka skrivstovu sum hesa á stovn, her er langt eftir á mál, men hetta er í hvussu so er eitt sera týdningarmikið stig á leiðini, segði Jógvan á Lakjuni.    
Ætlanin er at skipa 5-6 slíkar eindir kring landið. Afturat eindini í Eysturoynni, verða eindir í Tórshavnar kommunu, Suðuroy,  Norðuroyggjum og Vágum/Norðstreymi, og er ætlanin at skipa hinar, tá ið pengarnir eru tøkir.
Oggi Lamhauge hevur gjørt búmerkið hjá NSR. Hann avdúkaði búmerkið uttanfyri.
- Búmerkið hjá stovninum lýsir teir tríggjar námsfrøðiligu samstarvs partarnar, sum hvør á sínum øki arbeiða fyri somu søk. Hvør einstaki teirra hevur ein boga í sínum liti, sum vera tengdir saman og mynda eina heild, sum minnir um eina blómu ella ein varða, greiddi Oggi millum annað frá.
Hans Jón Thomsen setti tíð av til at greiða Sosialinum frá um nýggja stovnin. Hann fegnast um tær góðu umstøðurnar.
 Vit hava fingið alt, sum tørvur er á. Hølini eru flott og rúmlig, og útgerðin er góð, sigur Hans Jón.
- Hesin møguleikin verður til stóra gleði fyri føroysk børn. Undirvísingin kann gerast meira effektiv, tá ið vit kunnu veita hjálp til næmingarnar við serligum tørvi. Eg vil fegin vísa á, at tú nýtist ikki at vera sera veikur næmingur fyri at móttaka okkara hjálp. Tað eru sera nógv børn, sum hava brúk fyri serundirvísing ella hava ein serligan tørv, sigur hann.
Miðstøðin er fíggjað av landinum, men tað eru kommunurnar, sum skulu fíggjað dagliga raksturin av miðstøðini. Allar kommunurnar í sunnara partinum eru við í verkætlanini, og fara tær tí at móttaka tænastuna frá NSR.
Richard Johansen, skúlastjóri á Stranda Skúla, var millum tey, sum vóru møtt til móttøkuna. Hann fegnast um nýggja møguleikan, sum næmingar og lærarar hava fingið.
- Hetta fer at gera umstøðurnar nógv betri hjá næmingunum. Foreldrini fara eisini at kenna ágóðan av hesum. Foreldur at børnum við serligum tørvi vita nú, at tað eru fólk við serkunnleika innan økið, sum koma at ráðgeva og undirvísa teirra børnum. Hetta fer at gera undirvísingina betri, sigur hann.
NSR fer at virka sum miðsavnandi og samskipandi fyri undirvísing og verkætlanum miðað ímóti børnum við serligum tørvi.