TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr løtuna, tá Tróndur Arge og málmanslegendan, Jens Martin Knudsen tóku samanum finaluna um løgmanssteypið, aftaná 3-0 sigurin hjá Víkingi ímóti NSÍ á Tórsvølli.
Hóast Jens Martin uttan iva er kendasti spælarin NSÍ hevur fostrað, so spardi hann ikki uppá krútið, tá hann kom við atfinningum ímóti sínum barndómsfelagi, sum hann best hevði hug at samanbera við ein barnavognstúr sunnudag.









