NSÍ var í heilt nýggjari útgávu

Avrikið í sigrinum á Skála í kvøld var tað besta higartil í ár hjá NSÍ

Klæmint A. Olsen skoraði 20 sekund eftir steðgin 3-0 málið, og nú hevur hann skorað fimm mál higartil í ár

Tað endaði 4-1 til NSÍ, sum í kvøld var gestur í kommunuuppgerðini á Skála.

 

Hálvleiksstøðan var 2-0, og tá ið Klæmint A. Olsen beinanvegin eftir steðgin og eftir langa sending fram úr vinstru frá Pæturi Turiðarson Skipanes hegnisliga tamdi bóltin millum tveir í tí støðuni ikki serliga sannførandi miðverjar og so smekkaði bóltin í netið, var spurningurin ikki um gestirnir fóru at vinna, men hvussu stórur NSÍ sigurin fór at verða.

 

Frá fyrsta bríksli var NSÍ ágangandi og beinleiðis í álopsspælinum.

 

-Avrikið var tað besta hjá okkum higartil í ár. Vit vóru frammanfyri 2-0, tá ið tað var hálvleikt, men tá høvdu vit havt møguleikar at skora tvey ella trý mál aftrat. Tikið samanum var sigurin uppiborin, og at skjóta mál og at vinna ber altíð við sær, at tað er hugaligari aftur at fara at venja, og sigurin fer at hava týdning, tá ið vit aftur fara at spæla, sigur Klæmint A. Olsen, liðformaður hjá NSÍ.

 

Tá ið eitt lítið korter var farið, legði Hans Marius Davidsen NSÍ við fínum stútara á odda eftir sending frá Pæturi Turiðarson Skipanes. Einar Tróndargjógv økti av brotsteigarmarkinum til 2-0 eftir horna og útfrá.

 

Eftir 3-0 leiðslu 20 sekund eftir steðgin vóru teir í NSÍ leingi tryggir á bóltinum. Ellivu minuttir undan leikloki minkaði Skála um munin, tá ið Ari Ó. Ellingsgaard umsetti brotsspark til mál.

 

Tað bar mót við sær til heimaliðið, og innskifti Jamiu Ajibade hevði risa møguleika at minka um munin til 3-2, men hann heilkiksaði, og í síðsta minutti staðfesti eyðsýndi Hans Marius Davidsen 4-1 sigurin úr spískum úr høgri og eftir innlegg úr vinstru, og aftur var tað Pætur Turiðarson Skipanes, sum átti innleggið.

 

-Hetta var tungt, tí vit vórðu hølvaðir av í dysti, sum vit vónaðu at fáa úrtøku úr. Vit hildu, at vit vóru heilt klárir, men teir vóru væl grammari, enn vit vóru. Avrikið var stutt sagt ikki nóg gott, og um vit ikki fáa stig, so verður tað heilt galið, sigur Skála liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen.

 

Skála hevur framvegis ikki vunnið fulla úrtøku. Úrtøkan er fimm stig, og nú eru tað í hvussu so er tvey umfør fram til áttanda plássið.

 

-Fleiri ferðir hava vit fingið mál ímóti okkum dygst undan steðginum og dygst eftir steðgin. Í kvøld var tað heilt øðrvísi. Vit skoraðu dygst eftir steðgin, og tað var hugaligt. Tá ið teir vóru í Runavík, vunnu vit 2-1, hóast teir leikliga vóru omaná. Í kvøld vóru vit greitt omaná, og tað er hugaligt at kenna, at tað, sum vit venjingarkvøldini hava arbeitt við, eydnaðist, sigur Klæmint A. Olsen liðformaður hjá NSÍ.

 

 

 

Skála – NSÍ 1-4 (0-2)

 

0-1: Hans Marius Davidsen 14.

 

0-2: Einar Tróndargjógv 28. 

 

0-3: Klæmint A. Olsen 46.

 

1-3: Ari Ó. Ellingsgaard br 79.

 

1-4: Hans Marius Davidsen 88.

 

Dómari: Petur Reinert

 

Skála: Jákup N. Olsen – Teitur R. Joensen, Vukasin Tomic, Jákup Jakobsen, Djóni Petersen – Pætur Dam Jacobsen, 76.) (Jamiu Ajibade, Ari Ó. Ellingsgaard – Emil Weihe Joensen, Steinbjørn Olsen, Dávid Johansen (Jan Ingason Hansen 11./Martin Johansen, 65.) – Poul Kallsberg

 

Gult kort: Emil Weihe Joensen

 

Venjari: Michael Bjørn Nielsen

 

NSÍ: Tórður Thomsen – Meinhard Geyti, Oddur Á. Højgaard, Einar Tróndargjógv – Pætur Hentze, Mórits Heini Mortensen (Beinir Nolsøe, 57.), Betuel Hansen (Bergur Johannesen, 87.), Jógvan Højgaard (Búi Egilsson, 76.), Pætur Turiðarson Skipanes – Hans Marius Davidsen, Klæmint A. Olsen

 

Gult kort: Oddur Á. Højgaard, Klæmint A. Olsen, Beinir Nolsøe, Pætur Turiðarson Skipanes

 

Venjari: Todi Jónsson

 

 

 

Klæmint A. Olsen skoraði 20 sekund eftir steðgin 3-0 málið, og nú hevur hann skorað fimm mál higartil í ár