Uppflytararnir í NSÍ hava í kvøld vunnið trivaligan heimasigur ímóti 07 Vestur. Úrslitið var 4-1, og hetta var størsti NSÍ sigurin, síðani felagið aftur varð partur av bestu deildini. NSÍ hevur nú 18 stig og er á fjórða plássi. Tað eru trý stig fram til KÍ.
Í kvøld var Petur Knudsen ikki á NSÍ listanum. Hann var leikbannaður, og tá ið tað higartil í ár hevur verið hann, sum í stóran mun hevur borið álopsspælið hjá teimum gulu og svørtu, so varð ivast í, hvussu væl heimaliðið í Runavík var fyri í álopspartinum.
Avloysarin var Búi Egilsson, sum higartil í ár ikki hevur átt nakran serligan leiklut. Í kvøld var hann fyri fyrstu ferð millum teir fyrstu ellivu, og hann takkaði beinanvegin fyri álitið. Hann var framrættaður og sentralur miðvallari, og tá ið 10 minuttir vóru farnir, hevði Búi Egilsson tvær ferðir skorað mál. Í fyrra førinum átti James Drye uppleggið, og í seinna førinum var tað Pætur Hentze, sum átti uppleggið.
Tíggju minuttir undan steðginum var tað Steffan A. Løkin, sum økti um munin, tá ið hann eftir innlegg frá Jasper Van Der Heyden stýrdi bóltin í málið. Steffan A. Løkin hevur higartil í ár verið framrættaður miðvallari, men í kvøld var hann í plássinum í vinstru, sum Petur Knudsen plagar at vera í.
Í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, minkaði 07 Vestur um munin. Filip Brattbakk tveitti seg fram og stýrdi við høvdinum bóltin í málið eftir innlegg úr høgru frá Maxwell.
Tað kom tó ongantíð av álvara spenningur í, tí áðrenn seinni hálvleikur var eitt korter gamal, hevði NSÍ økt um munin til 4-1, sum eisini varð úrslitið. Málskjútti var Jaspar Van Der Heyden, sum í fjør spældi við 07 Vestur. Uppleggið átti Steffan A. Løkin.
07 Vestur hevur 11 stig, og í 10. umfari fær 07 Vestur vitjan av EB/Streymi. NSÍ fer í 10. umfari at spæla grannauppgerð ímóti Víkingi.
##med2##