Tað var grannauppgerð í góðveðrinum í Runavík í dag. Skála var á vitjan. Í heyst fluttu hesi bæði liðini niður úr bestu deildini, og málið hjá báðum feløgunum í Runavíkar kommunu er í heyst at flyta uppaftur.
Í dag vóru tað gestirnir av Skála, sum vunnu øll trý stigini. Úrslitið var 1-0, og málið skoraði nýggi skálaspælarin Carlos Filipe De Sousa. 24 ára gamli portugisiski spælarin, sum var framrættaður í høgru og fyri aðru ferð var á liðnum hjá Skála, skoraði, tá ið ein minuttir var eftir av fyrra hálvleiki. Uppleggið átti Djóni Petersen.
Sum seinni hálvleikur leið, gekk tað mesta fyri seg á hálvuni hjá gestunum, sum ikki vóru so grammir at leypa á. Onkra ferðina var talan um spentar støður í brotsteiginum frammanfyri Karstin Hansen í Skálamálinum, men verjuspælararnir ofraðu seg, og onkra ferðina bjargaði málverjin væl.
Og so vóru skálamenn viðhvørt skjótir, tá ið tað var møguleiki fyri at fara í mótálop.
Hetta var fyrsta tapið hjá NSÍ síðani niðurflytingina. Í trimum dystum er úrtøkan eitt tap, ein javnleikur og ein sigur. Týsdagin verður NSÍ á útivølli partur av grannauppgerð ímóti Víkingi.
Úrtøkan hjá Skála í trimum dystum er tveir sigrar og eitt tap. Skála fær týskvøldið vitjan av B36.











