Síðsta vikuskifti hevði Christian Høgni Jacobsen fyri fyrstu ferð ábyrgdina av NSÍ liðnum, eftir at Sámal Erik Hentze hevði lagt frá sær. Tað var á útivølli ímóti B36, og tá vann NSÍ 3-1.
Í dag hevði Christian Høgni Jacobsen fyri fyrstu ferð ábyrgdina á heimavølli, og tað gekk ikki so væl.
NSÍ var stórfavorittur ímóti FC Hoyvík, men tað vóru gestirnir, sum fóru í aftur undirsjóvartunnilin við fullari úrtøku.
FC Hoyvík vann 2-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Fyrra málið skoraði Sverri Hansson miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Hetta var annað málið hjá honum í ár.
NSÍ legði nógv fyri í royndini at svara aftur. NSÍ vann 15 hornaspørk, meðan FC Hoyvík vann fimm hornaspørk. NSÍ hevði fimm royndir á málið og seks framvið málinum, og FC Hoyvík hevði tvær royndir á málið og onga framvið málinum.
NSÍ vann seg til 10 stórar málmøguleikar, og hagtølini siga, at gestirnir ikki vunnu seg til upplagdar møguleikar.
Men tað var FC Hoyvík, sum í 89. minutti staðfesti 2-0 sigurin. Tað var við brotssparki, og málskjútti var Abednedo Tetteh, sum mánadagin verður 33 ár. Hetta var fyrsti dystur hjá ghanesiska álopsspælaranum og tískil fyrsta málið hjá honum í FC Hoyvík troyggjuni.
Hetta var triði dysturin á rað, har FC Hoyvík hevur vunnið fulla úrtøku. FC Hoyvík er nú á sætta plássi við 34 stigum. NSÍ er næstfremst við 57 stigum. Tað er greitt, at NSÍ í 2024 aftur fer at spæla í bestu deildini.
26. umfar verður annan leygardag. Tá fer NSÍ at spæla á Sandi, og tá fer FC Hoyvík at fáa vitjan av B36.











