NSÍ skal hava nýggjan formann

Dánial Hansen boðar frá, at hann ikki stillar upp til komandi aðalfund hjá NSÍ

Mynd: (Petur Jákup Heinesen) Dánial Hansen og Ian D. Jacobsen (formaður í B68)

NSÍ skal hava nýggjan formann. Dánial Hansen hevur boðað frá, at hann stillar ikki uppaftur. Eykaaðalfundur verður mikukvøldið klokkan 19.

 

- Eg havi persónliga tikið støðu, og havi valt ikki at stilla uppaftur. Nú havi eg verið partur av NSÍ nevndini í mong ár, og havi sum formaður seinastu nógvu árini roynt mítt besta. Havi sitið í nevnd við nógvum góðum fólki, sum eg kalli eldsálir í felagnum. NSÍ hevur tørv á hesum fólkum, sum púra fríðvilliga brúka alla orku uppá felagið, og gera tað fegin. Eg havi roynt mítt besta, uttan at havt ynski um at eg skal fáa nakað afturfyri, eg havi arbeitt fríðvilligt fyri NSÍ, sum eg altíð fari at elska, skrivar Dánial Hansen og leggur afturat:

 

- Nú er tíðin komin at loyva øðrum at taka yvir, og fari eg at takka øllum, sum hava hjálpt mær hesi árini, takka stuðlum og so víðari fyri gott samstarv hesa tíðina.  Takk øll somul fyri gott samstarv, og takk fyri alla góða hjálp.

 

NSÍ skal fyri fyrstu ferð síðani 1996 spæla í næstbestu deildini í føroyskum fótbólti.

 

Mynd: (Petur Jákup Heinesen) Dánial Hansen og Ian D. Jacobsen (formaður í B68)