NSÍ og B68 spæla leygardagin klokkan 16

Betri deildin: Kappingarnevndin hevur flutt dystin, sum nú er fluttur aftur

Í gjár flutti Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum dystirnar, sum skuldu verða í kvøld og í morgin til sunnudagin klokkan 15. Nú boðar NSÍ frá – við góðkenning frá Kappingarnevndini – at grannadysturin móti B68 verður leygardagin klokkan 16.

 

Upprunaliga skuldi dysturin verða í kvøld klokkan 19, men bleiv fyrst fluttur til sunnudagin klokkan 15 vegna veður. Hetta boðaði FSF frá í tíðindaskrivi í gjár.

 

Nú hava NSÍ og B68 í samráð við Kappingarnevndina flutt dystin til leygardagin klokkan 16. Leygarkvøldið klokkan 20 spæla HB og B36 á Tórsvølli, meðan hinir tríggir dystirnir í 3. umfari verða sunnudagin klokkan 15.