NSÍ vann fyri aðru ferð á rað á einum av teimum ovastu sjey liðunum. Nakað, sum ikki riggaði hjá NSÍ fyrrenn í 24. umfari, og nú bert tvey umfør eru eftir liggur NSÍ á einum 4. plássi, sum gevur atgongd til Europa League. Í dag vann NSÍ 2-0 á KÍ.
Høvuðsvenjararnir, Trygvi Mortensen (NSÍ) og Eyðun Klakstein (KÍ) staðfesta báðir, at veðrið spældi ikki við í dag, og tilfeldigheitirnar áttu sín lut í dystinum, men munurin gjørdist ein effektivur Klæmint A. Olsen, sum skeyt bæði málini í dystinum. Teir vænta báðir eitt langt og hart stríð um tað gylta 4. plássið í effodeildini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Trygvi Mortensen og Eyðun Klakstein søgdu á Rás2 í sendingini "Triði Hálvleikur".