NSÍ hevur av álvara fingið ferð á

1. DEILD: Tað vóru fimm ymiskir málskjúttar, tá ið NSÍ vann trivaligan sigur ímóti FC Hoyvík

Mynd: NSÍ

Tølini siga, at teir í Runavík av álvara dusa sær, nú tað eru mentanardagar í kommununi. Flaggdagin var úrslitið 5-0 heimasigur ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi, og í dag var úrslitið 5-1 heimasigur ímóti FC Hoyvík. Hetta var fjórði sigurin á rað hjá NSÍ, sum nú av álvara hevur sett kós ímóti uppflytingini.

 

NSÍ hevur 16 stig fyri sjey dystir, og tað eru tvey stig fram til Skála, ið er fremst, og tað eru sjey stig aftur til dagsins mótstøðulið FC Hoyvík, sum er á fimta plássi og næsti avbjóðarin í kappingini um at flyta upp.

 

FC Hoyvík kløkkaði NSÍ í dag, tá ið Rói av Fløtum longu í 7. minutti legði gestirnar á odda. NSÍ svaraði tó skjótt aftur, tí í 10. minutti javnaði Steffan A. Løkin eftir sending frá Pæturi Hentze.

 

Tíggju minuttir undan steðginum legði NSÍ seg á odda. Málskjútti var Mórits Heini Mortensen, sum fyri fyrstu ferð í ár var málskjútti. Uppleggið átti Beinir Nolsøe.

 

Tveir minuttir undan steðginum økti NSÍ um leiðsluna til 3-1. Málskjútti var Jógvan Højgaard, og sera eyðsýndi Yehor Korytskyi átta uppleggið. Hann varð skiftur inn, tá ið miðverejin Oddur Á. Højgaard longu í 19. minutti noyddist skaddur av vøllinum. Átta minuttir eftir steðgin var 22 ára gamli ukrainski spælarin fyri fyrstu ferð málskjútti á besta NSÍ liðnum. Tá átti Beinir Nolsøe enn einaferð uppleggið. Og so var tað Andri Benjaminsen, sum í næstsíðsta minutti staðfesti 5-1 stórsigurin. Hetta var fyrsta málið hjá honum í gulu NSÍ troyggjuni, síðani hann í vetur skifti úr B68 og til teir gulu í Runavík.

 

Næsti dysturin hjá NSÍ verður hósdagin á útivølli ímóti HB.

 

Næsti dysturin hjá FC Hoyvík verður hósdagin á útivølli ímóti EB/Streymi.     

 

Mynd: NSÍ