NSÍ fær ikki Heðin Askham

Tað er nú púra vist, at Heðin Askham ikki verður venjari hjá NSÍ. Tað boðar hann frá í dag

Tað verður ikki Heðin Askham, sum verður venjari hjá NSÍ. Hann hevur annars verið fyrstaval hjá felagnum, men vendist ikki aftur.

 

-       Eg verið ikki venjari hjá NSÍ. Eg fari aftur at arbeiða fulla tíð í arrestini. Tá er torført at verða venjari samstundis, sigur Heðin Askham við in.fo í dag.

 

Sostatt er greitt, at tað verður ikki Heðin Askham, sum verður venjari hjá NSÍ. Í løtuni er Jóannes Jakobsen eitt boð, men helst hyggur NSÍ eisini uttanfyri landoddarnar eftir møguleikum.