Eftir trý umfør hevði NSÍ fulla úrtøku við sigrum á AB, Skála og B68. Síðani eydnaðist tað ikki at vinna trý stig aftur fyrrenn síðsta sunnudag. Tá var AB aftur mótstøðuliðið, og tá eydnaðist tað NSÍ at vinna 7-0 stórsigur.
Eftir trý umfør var Klæmint A. Olsen toppskjútti við seks málum. Síðani skoraði hann einki mál, inntil síðsta sunnudag. Tá var hann aftur orduliga í hopla, og við fýra málum lyfti hann seg aftur upp á máltindin. Harvið er tað mangt, sum bendir á, at bæði NSÍ og Klæmint A. Olsen eru aftur á slóðini, sum fyrstu umførini bar sigrar við sær, og nú kemur Skála at vitja við Løkin.
-Eg eri ógvuliga væl nøgdur við avrikið á Argjum, og vit vóna, at vit ímóti Skála fara at varðveita máltevið. Síðstu vikurnar hava vit vant nógv við innleggum, og hetta riggaði til punkt og prikkar, sigur NSÍ venjarin Trygvi Mortensen, sum saman við sínum monnum fyrr í ár vann 5-1 á Skála.
-Tað mundi vera tann dysturin, sum vit higartil hava lært mest av. Teir sektaðu øll okkara mistøk. Nú hava vit fimm ferðir spælt javnt. Vit rokna við, at tað skal bera til at vinna, og vit eru ørkimlaðir av, at tað ikki er eydnast enn. Vit bíða eftir staðfestingini av, at tað ber til, og vónandi verður tað nú, sigur Skála veteranurin Pætur Dam Jacobsen.
Hjá NSÍ eru Monrad Holm Jakobsen og Jústinus R. Hansen framvegis skaddir, og á Skála er Poul N. Poulsen framvegis skaddur.