NSÍ vann stórsigur á Sandi

NSÍ hevur vunnið stórsigur á Sandi. Úrslitið gjørdist 6-1, og tá ið HB einki fekk burturúr grannauppgerðini í Gundadali, so ber NSÍ sigurin á Sandi við sær, at oddasessurin er uppaftur meiri tryggur, enn hann var undan dagsins dysti.

Tí er einki at siga til, at lagið er gott í NSÍ leguni, nú teir í góðveðrinum gera seg klárar at fara aftur um Skopunarfjørð og inn á Skálafjørðin.

 

-------------

 

90 min.

1-6

NSÍ hevur vunnið 6-1 á Sandi. Síðsta málið skoraði júst innskifti Árni Frederiksberg eftir skjótálop og innlegg frá Heðini á Lakjuni úr vinstru.

 

Liðugt!

 

--------

 

75 min.

1-5

Enn eina ferð hevur Klæmint A. Olsen skorað. Hesa ferð sneiddi hann framvið Predrag Markovic í B71 málinum, áðrenn hann setti bóltin í netið. Hetta var í 72. minutti.

 

--------------

 

70 min.

1-4

Klæmint A. Olsen var púra tryggur, tá ið hann varð spældur leysur frammanfyri Predrag Markovic.

 

--------

 

55 min.

1-3

Bojan Zivic minkaði um munin, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin í málið eftir horna úr høgru.

B71 tykist vera betri við nú, enn sandoyingarnir vóru undan steðginum.

 

-----------

 

50 min.

0-3

Beinanvegin eftir steðgin hevur B71 framt tvær útskiftingar: Ebbe Kristin Thomsen hevur loyst Boga Hermansen av, og Høgni Midjord er komin á vøllin í staðin fyri Mads Hentze.

 

-------------

 

 

Stutt undan steðginum hevur NSÍ økt um leiðsluna, so hon nú er 3-0. Tað var Heðin á Lakjuni, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið eftir tolið uppspæl og innlegg frá Einari Hansen.

 

---------

 

Christian Høgni Jacobsen er í hopla. Í 38. minutti setti hann brotsspark í málið. Heimamenninir vóru ikki væl nøgdir við henda dómin.

NSÍ hevur verið omaná seinastu løtuna.

----------

 

Á Sandi er oddaliðið NSÍ komið framum. Miðskeiðis í 1. hálvleiki hevur Christian Høgni Jacobsen skorað, eftir at hann fór sjálvur ígjøgnum B71 verjuna.

 

B71: Predrag Markovic - Bojan Zivic, Jóhannes Jensen, Marko Stanic, Frits Eið - Bogi Hermansen, Mikkjal Hentze, Símin Hansen, Mads Hentze, Danilo Kovasevic - Thomas Hans Rubeksen

NSÍ: Andreas Gango - Jónhard Frederiksberg, Per Langgaard, Jóhan Troest Davidsen, Einar T. Hansen - Jann Martin Mortensen, Jústinus R. Hansen, Jann Ingi Petersen, Heðin á Lakjuni - Klæmint A. Olsen, Christian Høgni Jacobsen