NSÍ tvífalt so stóra úrtøku sum B68

Men hóast teir á Toftum bara hava vunnið helvtina av stigunum, sum oddaliðið hevur vunnið, so verður talan um stóra avbjóðing hjá NSÍ, sum í kvøld fer at vitja á Svangaskarði. Í kvøld verður farið undir 20. umfar í bestu fótbóltsdeildini.

Klokkan 18 verður fyrsta bríkslið hjá Páll Augustinussen á Svangaskarði, har B68 verður vertur fyri grannunum í NSÍ.

NSÍ er oddalið við 40 stigum, og B68 er fjórði niðast við 20 stigum.

Men hóast talan er um tvífalt so stóra úrtøku hjá NSÍ sum hjá B68, so verður roknað við tættari og intensari uppgerð í kvøld.

Í 7. umfari vann NSÍ 3-0 á Toftum, og í 16. umfari vann NSÍ 2-1, tá ið B68 vitjaði við Løkin.

Seinast B68 fekk stig ímóti NSÍ var í 23. umfari í fjør, tá ið toftamenn vunnu 1-0 í Runavík.

Fyrr í summar hevur B68 verið plágað av nógvum skaðum, men nú sær betur út. Allir spælararnir eru tøkir, og harvið er tað kapping um plássini.

Ndende var leikbannaður mikukvøldið. Hann verður á miðvøllinum í kvøld. Ibrahima Kamara hevur verið darvaður av skaða í fótinum. Hann spældi tíggju minuttir mikukvøldið ímóti HB. Í kvøld verður hann í B68 álopinum saman við Keita.

NSÍ landsliðsmiðverjin Jóhan Troest Davidsen er leikbannaður eftir fimm gul kort. Unglingaspælarin Per Langgaard hevur fyrr í summar verið avloysari í miðverjuni, har Einar T. Hansen eisini hevur royndir.

Mikukvøldið noyddist landsliðsmiðvallarin Jann Ingi Petersen at gevast eftir 1. hálvleik, tá ið NSÍ spældi í Streymnesi. Jann Ingi hevur verið darvaður av skaða, men hann verður við íkvøld.

Álopsspælarin Klæmint A. Olsen hevur eisini verið skaðaplágaður, men eisini hann verður við í kvøld.

Miðvallarin Jann Martin Mortensen, sum ikki var við mikukvøldið orsaka av skúlagongd á flatlondum, er komin heim fyri at vera við í grannauppgerðini ímóti toftamonnum.

Støðan eftir 19 umfør

NSÍ 40

HB 35

EB/Streymur 31

Víkingur 31

ÍF 31

B36 27

B68 20

B71 17

FC Suðuroy 14

AB 11

Sunnudagin

B71-HB

ÍF-FC Suðuroy

EB/Streymur-AB

Víkingur-B36