Fyri fyrstu ferð í ár skoraði annað liðið tíggju mál, tá ið NSÍ í kvøld setti punktum fyri hetta kappingarárið við at vinna 10-2 á heimavøllinum við Løkin.
NSÍ endaði á triðja plássi, og eftir dystarlok fingu spælararnir bronsumerkini.
Mótstøðuliðið í kvøld var B71, sum síðsta vikuskiftið tryggjaði sær rættin at halda fram í deildini.
Clayton Soares skoraði bæði B71 málini. Hann legði gestirnar framum 1-0 í níggjunda minutti, og hann minkaði um munin til 9-2. Clayton Soares er toppskjútti í næstbestu deildini við 15 málum.
Eftir fyrra hálvleik var støðan 4-1.
Málini hjá NSÍ skoraðu Aron Knudsen (2), Andri Benjaminsen (2), Jákup Reinert Højgaard (2), Mórits Heini Mortensen, Pætur Turiðarson Skipanes, Sølvi Sigvardsen og Atli D. Petersen.
NSÍ endaði á triðja plássi við 53 stigum, og B71 endaði á sjeynda plássi við 30 stigum.