NSÍ sett leikandi samskipara

Ian Højgaard, sum annars spælir á miðvøllinum hjá NSÍ, er nú settur í starv sum samskipari hjá felagnum

Samskipari

Við ársbyrjan gjørdi NSÍ sum fyrsta føroyska fótbóltsfelag av at seta samskipara í lønt starv, og tó at royndartíðin hjá Áka Andreasen sum samskipara ikki varð longd, so hevur felagið á ongan hátt slept hesum ætlanum.
Mikudagin í farnu viku boðaði felagið nevnliga frá, at Ian Højgaard, sum annars eisini spælir á besta liði felagsins, nú er settur í starv sum samskipari hjá NSÍ.
Ábyrgdarøkið, sum Ian fær undir sær, eru fyrst og fremst at røkja alt samskifti hjá felagnum við lýsarar og samskipan av ymsum tiltøkum, umframt at hann eisini skal vera við til at mynda andlitið hjá felagnum úteftir.