NSÍ reisti seg og vann í Gøtu

AB og TB hildu tætt í verjupartinum og vunnu á útivølli

Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar í góðveðrinum, tá ið NSÍ vann 3-2 í grannauppgerðini í Sarpugerði.

Eftir fyrra hálvleik bendi einki á, at NSÍ skuldi hava øll stigini við sær aftur um Gøtueið. Víkingur legði seg framum bæði 1-0 og 2-0. Í báðum førum var tað Sølvi Vatnhamar, sum skoraði.

Eftir steðgin reisti NSÍ seg av álvara. Trýstið var øgiligt á Víkingaverjuna, og tað bar mál við sær. Víkingur var um ein háls longu beinanvegin í seinna hálvleiki, tá ið miðvallarin Peder Nersveen við rimmar langskoti minkaði um munin.

-Vit megnaðu ikki at vinna okkum úr verjustøðu, og tí kendist tað ógvuliga tungt. Tað vóru trettan minuttir eftir, tá ið Klæmint A. Olsen javnaði, og tá snúði tað seg meiri um hjá okkum at varðveita javnleikin, men tað eydnaðist ikki, og tað er súrt, at vit nú hava tapt tvær ferðir á rað, sigur Víkingavenjarin Sámal Erik Hentze.

Sigursmálið skoraði Búi Egilsson, tá ið hann eftir eitt sindur av aftur og fram og mitt fyri og stutt úr málinum smekkaði bóltin í málið.

-Vit vóru støðugt í álopi og høvdu nógvar spentar støður, og eg roknaði avgjørt við, at tað fór at eydnast, og tað kendist søtt, tá ið tað so eydnaðist. At vinna torførar dystir á útivølli, sum vit annars høvdu verið fegnir um at fingið eitt stig úr, er framður gott, sigur Búi Egilsson.

 

Á Skála skoraði AB sigursmálið í evstu løtu. Filip í Liða, sum varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, skoraði týdningarmikla 1-0 málið, sum ber við sær, at AB nú er trý stig frammanfyri ÍF, ið er aftast.

TB vann 2-0 á útivølli ímóti EB/Streymi, sum nú kennir tað brenna undir sær.

-Kanska hevði EB/Streymur bóltin meiri enn við. Vit lótu heimaliðið hava bóltin, og vit høvdu tak á tí, tá ið teir royndu seg við longum sendingum. Tað var sera týdningarmikið, tá ið Ndende eftir eitt korter hevði lagt okkum framum. Í seinna hálvleiki høvdu vit fleiri góðar møguleikar í skjótum mótálopum, og tað eydnaðist John Villi Leo Vøldike at økja til 2-0, sigur TB liðformaðurin Poul Ingason.

 

EB/Streymur - TB 0-2 (0-1)

0-1: Ndende Adama Guéye

0-2: John Villi Leo Wøldike

 

Víkingur - NSÍ 2-3 (2-0)

1-0: Sølvi Vatnhamar

2-0: Sølvi Vatnhamar

2-1: Peder Nersveen

2-2: Klæmint A. Olsen

2-3: Búi Egilsson

 

Skála - AB 0-1 (0-0)

0-1: Filip í Liða

 

Mánadagin

ÍF - KÍ kl. 19.00

HB - B36 - kl. 18.00

 

NSÍ151122391535
Víkingur171124382235
B36151113251434
HB161033411733
141022331132
Skála177010182121
TB17539153118
EB/Streymur17231217409
AB17221316468
ÍF15121211365

 

18. umfar

Fríggjadagin 9. august

KÍ - Víkingur

Sunnudagin 11. august

NSÍ - HB

B36 - EB/Streymur

AB - ÍF

TB - Skála