NSÍ plagar at hava lætt spæl móti AB

Upptakt: Søgan sigur at NSÍ vinnur stórsigur í kvøld

Í kvølda verða tveir teir fyrstu dystirnir í 7. umfari í Betri deildini hjá monnum. Við Løkin í Runavík er stevnudystur millum NSÍ og AB. Dysturin byrjar klokkan 19 og verður beinleiðis á FM1.

NSÍ hevur útmerkað seg sum liðið, ið meistrar at seta botn-fimm feløgini upp á pláss við ferðmiklum og tekniskum álopsspæli. Soleiðis er eisini, tá NSÍ og AB møtast. Í fjør vann NSÍ allar innanhýsis uppgerðirnar samanlagt 12-2. Í 2018 var útfallið tað sama. Hesa ferð við málúrtøkuni 10-0. Í 2017 var AB í 1.deild og í 2014, 2015 og 2016 vann NSÍ eisini allar innanhýsisdystirnar móti AB.

Eina viku fyri kappingarbyrjan spældu argjamenn eisini ein venjeingardyst móti NSÍ á Argjum. NSÍ vann 9-1. Tí sigur søgan, at tað verður ein greiður heimasigur við Løkin í fríggjakvøldið. Gongdin í hesum kappingarárinum leggur eisini upp til ein heimasigur. NSÍ hevur vunnið á TB, EB/Streymi og ÍF, meðan argjemenn hava tað trupult í botninum og lata nógv mál inn.

##med2## 

Heimaliðið er óbroytt frá javnleikinum í Klaksvík og argjamenn skulu tettan lekan, sum hevur latið tíggju mál inn upp á tveir dystir. Søgan og gongdin sigur, at tað verður ikki í kvøld, at lekin verður tettur.

Liðtíðindini:

NSÍ:

Ikki við: Johan Troest Davidsen (knæskaði, 1-2 vikur), Steffan Løkin (lærskaði, 1-2 vikur)

AB:

Ikki við: Rógvi Poulsen (fóturin, 1 viku), Hans Jákup Anfinnsson (brot í fótinum, 2 mánaðir), Jákup Pauli Breckmann (leikbann, 4 gul)

Ivasamur: Jasper van der Heyden

Fakta 7. umfar:

Fríggjadagin:

B36-EB/Streymur (19.00) Beinleiðis á FM1

NSÍ-AB (19.00) Beinleiðis á FM1

Leygardagin:

TB-ÍF (14.00)

HB-Skála (17.00) Beinleiðis á FM1

KÍ-Víkingur (19.00) Beinleiðis á FM1