NSÍ kann taka oddasessin

TB, sum enn ikki hevur vunnið á útivølli, vitjar seinnapartin við Løkin

Klokkan 16 í dag verður fyrsta bríksl í fyrsta dystinum í tólvta umfari. Tað er NSÍ sum við Løkin í Runavík tekur ímóti TB.

NSÍ er næstfremst við 25 stigum. Um tað eydnast teimum í Runavík at vinna fulla úrtøku í dag, so verður NSÍ nýtt topplið – í hvussu so er inntil í morgin tá ið KÍ, sum hevur 26 stig, á norðoyastevnu fær vitjan av AB.

Tvær tær seinastu ferðirnar er tað hilnast væl hjá TB, hóast 2-2 á Argjum kendist vera vónbrot, tí heimaliðið javnaði í evstu løtu. Sunnudagin vann TB 1-0 á heimavølli ímóti ÍF.

Tá ið NSÍ 5. mai var í Trongisvági, eydnaðist tað gestunum at fara til hús aftur við 3-0 sigri.

Higartil er tað ikki eydnast TB at vinna fulla úrtøku á útivølli. Umframt stigið á Argjum hevur TB bara vunnið eitt annað stig á útivølli Tað var í triðja umfari, tá ið tað endaði 2-2 í Fuglafirði.

NSÍ hevur spælt seks heimadystir higartil í ár. NSÍ hevur vunnið fulla úrtøku á heimavølli við málmuninum 18-5.

Hjá NSÍ er Bárður J. Hansen leikbannaður, og Betuel Hansen er tøkur aftur, eftir at hann seinast var burturstaddur. Í gjárkvøldið var hann á vøllinum í ein tíma, tá ið næstbesta NSÍ liðið vann 3-2 á heimavølli ímóti B36.

Hjá TB er Luc Michael Jeggo leikbannaður, og Poul Ingason og Regin í Lágabø eru skaddir.

NSÍ – TB: Eiler Rasmussen kl. 16.00.