NSÍ hevur ikki tapt í seinastu 11 landskappingardystunum. Runavíkingarnir eru tí favorittar at vinna heimadystin móti B36, sum hevur róð tungan sjógv seinastu vikurnar.
Jann Ingi Petersen verður væntandi á miðvøllinum hjá NSÍ. Hann sigur, at hann og liðfelagararnir hava ongar trupulleikar við at seta seg upp til dystirnar, hóast góðu gongdina.
- Vit vita, hvat krevst at vinna fótbóltdsdystir, og hugsa tí bara um ein dyst í senn, sigur Jann Ingi Petersen.
Jákup á Borg og B36 hava stóran tørv á trimum stigum í kvøld, um liðið skal varðveita sambandið við kappingina um plássini, sum geva atgongd út í Evropa.
Hann dugir ikki at meta, um tað er ein fyrimunur ella vansi at spæla móti oddaliðnum á útivølli just nú.
- Vit hava møguleikan at fáa uppreisn í Runavík. Vit kunnu vinna á øllum, og vit kunnu sjálvandi eisini vinna á útivølli móti NSÍ, sigur Jákup á Borg.
Dysturin millum NSÍ og B36 byrjar klokkan 18.00.
Dysturin millum AB og B68 byrjar somuleiðis klokkan 18.