NSÍ hevur ongantíð vunnið í Klaksvík

Og KÍ stendur seg sjáldan væl í landskappingardystum á norðoyarstevnu

Úrslitini hesa síðstu vikuna hava lagað tað soleiðis, at annar av toppdystunum í sætta umfarinum verður í Klaksvík, har NSÍ vitjar í morgin.

Fótbóltsfepurin í Klaksvík fall rættuliga nógv eftir tvey vánalig avrik móti HB og tapið í Gøtu, men eftir sigurin á VB og ikki minst sigurin á HB í Gundadali mánadagin er fótbóltshitin høgur aftur. Tað er hann eisini í Runavík, har javnleikurin móti GÍ ikki varð mett sum vánaligt úrslit, tí grannauppgerðirnar altíð eru tættar.

KÍ hevur ikki serliga góð hagtøl at vísa á í sambandi við landskappingardystir á norðoyastevnu. Í fjør vunnu teir 2-1 móti VB (tað var ta ferðina, at teir bara spældu við níggu monnum síðstu løtuna), og so skulu vit aftur til 1995 fyri at finna síðsta norðoyastevnu sigurin, og hann var júst móti NSÍ, sum fór út aftur við 2-1 tapið.

NSÍ hevur ongantíð vunnið landskappingardyst í Klaksvík, men hóast tað roknar liðformaðurin og stóri málskjúttin hjá KÍ, Kurt Mørkøre, ikki við lættari uppgávu:

? Í Runavík hava vit ofta havt tað sera torført, men hóast teir ongantíð hava vunnið her norðuri, so siga úrslitini hjá teimum hesa síðstu tíðina, at hetta verður spennandi. Teir eru raskir, og teir hava tekniskt góðar spælarar, so eg rokni við einum orduligum stevnudysti.

Hjá klaksvíkingum er eingin leikbannaður. Olgar Danielsen hevur aftur fingið trupulleikar við knænum og er ivasamur. Týskvøldið og mikukvøldið vóru fimm aðrir spælarar burtur frá venjing, tí teir vóru á Svangaskarði, men burtursæð frá álopsmanninum eru allir tøkir.


Gera av við hagtølini

Fýra NSÍ spælarar vóru á Svangaskarði í vikuni. Eingin NSÍ maður er leikbannaður, og eingin er skaddur, so Trygvi Mortensen hevur positiva trupulleikan at sálda frá:

? Tað er rætt, at vit hava ongantíð vunnið landskappingardyst í Klaksvík, men tá vit kundu vinna í Gundadali móti HB, so eigur tað eisini at bera til at vinna í Klaksvík. Spælararnir eru fullir í sjálvsáliti, og eg rokni við eini spennandi uppgerð. Vit skulu gera okkum greitt, hvussu vit skulu ansa eftir Kurt Mørkøre, sum er sera vandamikil. Eg havi sæð KÍ spæla steypadyst móti HB í Klaksvík og landskappingardyst í Gøtu, og báðu ferðirnar hevur Heðin á Lakjuni verið sera skjótur og grammur.

NSÍ venjarin roknar við, at teir fáa nógvan stuðul í Klaksvík. Dúgvan fer av Leirvík klokkan 13.40, so tað er lagaligt at koma aftur og fram hjá teimum á Skálafjørðinum.