NSÍ hevur góð minni úr Klaksvík

Bæði hjá KÍ og NSÍ stendur tað manningarliga væl til undan síðsta landskappingardystinum í Klaksvík í ár

UPPTAKT

Síðsti landskappingardysturin í Klaksvík, áðrenn tað verður farið undir 100. árið hjá KÍ, verður í morgin. NSÍ kemur at vitja, og teir í Runavík hava søt minni um síðstu landskappingardystirnar ímóti KÍ. Fyrr í summar vunnu teir sannførandi 4?0 á heimavølli, og í síðsta umfarinum í fjør skoraðu teir í evstu løtu sigursmálið til 3?2 í Klaksvík. Harvið tóku teir silvurkrónurnar frá KÍ, sum stóð eftir við bronsuni.
Bæði KÍ og NSÍ fara at røkka lakari endastøðu í ár, enn teir gjørdu í fjør. NSÍ berjist fyri at røkka bronsukerkjunum, og KÍ skal fáa úrtøku í morgin og í síðsta umfarinum, tá ið HB í Gundadali er á skránni, um teir skulu enda omanfyri miðstrikuna.
Felags fyri bæði liðini er, at tey taptu í 16. umfarinum. Fyri NSÍ, sum misti øll stigini ímóti B36, var tað vónbrot at tapa aðru ferð á rað og harvið at missa FM møguleikan. Fyri KÍ mundi tað kennast ikki sørt eyðmýkjandi at lúta í Miðvági, har FS Vágar stríðist fyri lívinum í bestu deildini.
Í gjár bendi nógv á, at alt fólkið fer at verða tókt hjá báðum liðunum. Kári Hansen hjá NSÍ var sjúkur síðsta sunnudag, men hann er komin fyri seg aftur. Jónstein Petersen hevur havt onkran smávegis snudd, sum forðaði honum í at venja hóskvøldið, men í gjár roknaðu teir avgjørt við, at hann verður á liðnum í Klaksvík.
Hjá KÍ var Ovi Nysted leikbannaður í Miðvági. Hann verður við aftur í morgin. Símun Joensen var ikki við í Miðvági, tí hann var sjúkur. Hann hevur ikki vant so nógv í vikuni, men í Klaksvík roknaðu teir í gjár við, at hann verður førur fyri at spæla í morgin.