Arnar Grétarsson váttar fyri íslandsku heimasíðuni, 433.is, at hann hevur fingið boðið starvið sum venjari hjá NSÍ. Hann hevur verið venjari hjá Breiðablik fyrr í ár.
- Eg havi fingið eina uppringin frá NSÍ og havi tosað við formannin í felagnum, sigur Arnar Grétarsson við 433.is.
NSÍ hevur í ár ynskt at fáa fyrst Sámal Erik Hentze, og síðani Maurice Ross til venjara. Sámal Erik hentze valdi at taka eitt sabbatár, meðan Maurice Ross í gjár bleiv kunngjørdur sum nýggjur venjari hjá Víkingi.
45 ára gamli Arnar Grétarsson er royndur í fótbóltsheiminum. Hann hevur spælt við feløgum sum Rangers í Skotlandi og AEK Athen úr Grikkalandi og hevur hann spælt 71 landsdystir fyri Ísland.
Hann hevur tvey ár á baki sum venjari hjá Breiðablik, og hann hevur eisini verið ítróttarstjóri í AEK Athen og belgiska Club Brugge.










