Fótbóltslagið hevur ikki verið nakað serligt í Runavík. Meistararnir í NSÍ hava ikki verið sannførandi. Í vikuni hevur ljóðað, at ætlanir hava verið um stórar broytingar, og nú er tað greitt, at sammett við liðið, sum tapti 3-0 ímóti nógv broytta HB liðnum, verða fleiri broytingar, tá ið Skála seinnapartin fer at vitja við Løkin.
Liðformaðurin, Óli Hansen, verður fremsti maður í dag. Hann plagar at vera aftasti maður í verjuni. Í síni tíð var hann álopsspælari og toppskjútti í unglingadeildini og seinni á besta GÍ liðnum. Nýggjur í miðverjuni verður Pól Jóhannus Justinussen.
Tað er eisini greitt, at Hjalgrím Elttør, sum hevur verið í landsliðshitanum, men ikki varð úttikin hesa ferð, ikki verður á NSÍ liðnum í dag.
Fýra serbar eru í Runavík og spæla fótbólt. Sum skilst er stórt sannlíki fyri, at tað í dag bara verður Nenad Stankovic, sum verður ímillum teir fyrstu ellivu hjá NSÍ.
Skála er undir strikuni, men tvær tær seinastu ferðirnar hevur tað eydnast at vinna stig.