Tað ljóðar, at Karl Løkin og Jan Ó. Ellingsgaard eru tveir spælarar, sum NSÍ gjarna vil hava til komandi kappingarár. Báðir spæla við ÍF í dag.
Karl Løkin er uppvaksin í NSÍ og verður sæddur ein avloysari til Nikolaj Køhlert, ið helst ikki heldur fram komandi kappingarár.
NSÍ hevur eisini havt sínar trupulleikar í verjuni. Tað ljóðar at NSÍ av álvara ætlar at styrkja verjupartin. Eitt navn, ið verður nevnt er Jan Ó. Ellingsgaard, sum er liðskipari hjá ÍF. Hann hevur spælt á vinstrabakki, men er umskúlaður til miðverja í ár.
Sum skilst, so umhugsar miðverjin Per Langgard at gevast við fótbólti á hægsta stigi. Tí verður enn meiri brúk fyri verjuspælarum við Løkin til komandi kappingarár.
Eftir fleiri ár við skuld, so er NSÍ nú komið upp á turt, og hevur vunnið sær pláss í Evropa til komandi kappingarár. Anders Gerber heldur fram sum venjari.










