Eftir at tað leingi hevur verið lítið sannførandi, eydnaðist tað NSÍ at vinna fulla úrtøku í grannauppgerðini í Gøtu. Harvið er mest sum eingin møguleiki fyri, at NSÍ skal missa fjórða plássið, og sigurin í Sarpugerði vóna teir í Runavík hevur stimbrað undir stríðsviljan og harvið møguleikan at vinna á HB.
Hóast NSÍ fyrsta hálva tíman í Gøtu sá gult tríggjar ferðir, so eru allir teir, sum vóru við í Sarpugerði, tøkir hesa ferð. Haraftrat er miðverjin Petur Pauli Mikkelsen við aftur. Hann var sjúkur, tá ið teir vunnu í Gøtu. Í síðstu viku var toppskjúttin Klæmint A. Olsen við U-21 landsliðnum í Aalborg.
Eftir heimasigurin á 07 Vestur er bjargingin nærri hjá HB, men tað er framvegis møguleiki fyri, at tað kann gerast meiri spennandi, enn teir í sigursvanda felagnum áður hava vitað um. Hetta er síðsta ferðin, at HB skal út á bygd. Í tveimum teimum seinastu umførunum bíða KÍ og B36 í Gundadali.
Sjálvandi ætla teir í HB sær at vinna í Runavík, men tað hevði ikki verið roknað sum kiksað roynd, um tað eydnaðist at fara suður aftur við einum stigi.
Allir teir HB spælararnir, sum vóru við til at vinna á 07 Vestur, eru tøkir í dag. Teitur Gestson, Rógvi Holm og Hallur Hansson vóru í síðstu viku við U-21 landsliðnum í Aalborg.