NSÍ er nærri bronsuni

Avrikið hjá EB/Streymi var betri, enn tølini benda á, at tað kundi verið

NSÍ hevur í kvøld vunnið 4-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Hálvleiksstøðan var 2-1.

Tølini kundu bent á, at talan var um avgreiðslusigur, og soleiðis varð tað at enda.

Men gestirnir kunnu fara norður aftur í Sundalagið við røttum ryggi, tí eina góða løtu var EB/Streymur væl við, og tað lá  í luftini, at tað skuldi eydnast at javna til 2-2.

Men so skoraði NSÍ til 3-1, og so varð spurningurin, hvussu stórur sigurin fór at verða.

Fyrstu stóru løtuna sótu heimamenninir á øllum. Tað var einvegis ferðsla, NSÍ spælararnir vóru tryggir á bóltinum og evnaðu væl at finna holini aftanfyri EB/Streyma verjuna. Tað bar tvey mál við sær. Í fyrra førinum var tað eftir fríspark frá Peturi Knudsen og stútara, sum Klæmint A. Olsen setti í netið. Tað seinna var eftir langa framlegging frá Salmundi Bech til Klæmint A. Olsen, sum samanspældi við Petur Knudsen, áðrenn hann setti bóltin í málið.

At Klæmint A. Olsen í fyrra hálvleiki hevur skorað tvey mál ber við sær, at hann er heilt tætt stóra málinum, sum føroyskur fótbóltur bíðar eftir, at hann fer at røkka. Nú hevur hann skorað 198 mál í landskappingini og er bara tvey mál frá teimum 200.

EB/Streymur loftaði sær, tað varð tættari millum keturnar, og smátt um smátt vóru tað onkrar góðar støður í NSÍ brotseiginum. Tað var tó sjálvmál, sum bar við sær, at EB/Streymur minkaði um munin. Long sending úr EB/Streymaverjuni fram ímóti NSÍ brotsteiginum har Tórður Thomsen var á veg fram, tá ið Oddur Á. Højgaard var óheppin at lyfta bóltin upp um málverjan og í sítt egna mál.

Gestirnir vóru bragdligir fyrstu løtuna eftir steðgin, tá ið teir spældu seg í góðar støður og høvdu onkran heilt góðan møguleika. So var tað, at NSÍ svaraði aftur. Miðvallarin Jesper Christjansen økti til 3-1, tá ið møguleikin stóðst mest sum burtur úr ongum, og Búi Egilsson staðfesti trivaliga sigurin, tá ið hann júst var komin á vøllin og streyk framvið tveimum mótstøðumonnum, áðrenn hann setti bóltin framvið málverjanum.

Klæmint A. Olsen hevði møguleika at skora mál nummar 199, tá ið hann royndi seg av brotssparksblettinum, eftir at hann sjálvur hevði tiltuskað sær brotssparkið. Men Rói Zachariasen í EB/Streymamálinum bjargaði.

 

NSÍ – EB/Streymur 4-1 (2-1)

1-0: Klæmint A. Olsen

2-0: Klæmint A. Olsen

2-1: Sjálvmál

3-1: Jesper Christjansen

4-1: Búi Egilsson

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

NSÍ: Tórður Thomsen – Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Jákup Jakobsen – Jann J. Benjaminsen, Jesper Christjansen (Búi Egilsson, 75.), Rógvi Egilstoft, Salmundur Bech (Betuel Hansen, 62.), Pætur Turiðarson Skipanes – Klæmint A. Olsen (Jørgen Nielsen, 86.), Petur Knudsen

Gult kort: Rógvi Egilstoft, Búi Egilsson

Venjari: Glenn Ståhl

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Niklas T. Kruse, Petur Zachariasen, Mikkjal Hellisá, Ragnar B. Danielsen – Tóki H. Johannesen (Bjarki Zachariassen, 77.), Rói H. Olsen,  Bárður Olsen, Hjalti Kárason Djurhuus (Sverri Mariusarson, 89., Símun Sólheim (Jákup Hummeland, 89.) – Gutti Dahl-Olsen

Gult kort: eingin

Venjari: Jákup Martin Joensen

 

201532581848
HB181512531446
NSÍ191324381541
B36171214512437
Víkingur191126392835
ÍF186210203620
EB/Streymur206113174419
TB203512142714
AB19071212557
Skála1802169502