Noyðist at rinda 4.000 krónur fyri at verða ákoyrdur

Tað hendir javnan, sigur løgreglan

Í gjár ringdi ein bilførari til løgregluna at boða frá, at ein annar hevði koyrt á bilin hjá honum. Nógv arbeiði er í Vágsbotni í hesum døgum, og hesin bilførarin kom koyrandi av Skálatrøð ímóti Vágsbotni, tá ið ein bilur kemur ímóti honum.

 

Hann sá, at tað fór ikki at ganga, at báðir bilarnir møttust, tí har stóðu eisini arbeiðsbilar, so hann steðgaði áðrenn tað varð ov trongt. Men tá ið bilurin, sum kom ímóti honum, koyrdi framvið, tók hann í speglið so tað loysnaði úr húsanum. Samstundis varð síðan á bilinum skavað.

 

Men bilførarin lætst ikki um vón og helt leiðina fram sum um einki var hent. Tað merkir, at tað verður tryggingin hjá bilføraranum, sum varð árendur, sum rindar skaðan aftur. Men, sum flest allir bilførarar, hevur hesin bilførarin eisini eina sjálvábyrgd upp á 4.000 krónur og tað merkir, at hesin skaðin, sum onga skyld hevði av, fer at kosta honum 4.000 krónur.

 

Løgreglan sigur, at tað hendir seg javnan og savnan, at bilar verða ákoyrdir, uttan at tann, sum koyrir á, sigur frá.  Og teir sum eiga bilarnar, sum fáa skaða,  eru sostatt í somu støðu, sum hesin bilførarin í Vágsbotni, so tað kostar teimum 4.000 krónur at rinda fyri ein skaða, teir onga skyld hava í.

 

Tí minnir løgreglan á, at kostar einki hjá tí, sum koyrir á ein annan bil, at siga frá og at lata tryggingina rinda skaðan. Tann, sum ger skaða á ein annan bil, hevur nevniliga onga sjálvábyrgd.