Noydd úr bussinum og skotin

Vápnaðir menn noyddu í dag meiri enn 25 fólk út úr einum bussi í útnyrðingspartinum av Pakistan og skutu tey. Ein almennur talsmaður sigur við sjónvarpið Al Jazeraat, at tey myrdu vóru shiamuslimar. Hann sigur, at álopsmenninir vóru tíggju í tali.

Sambært fronsku tíðindastovuni er hetta annar tilburðurin av hesum slagnum í ár.

Bussurin var á veg frá Rawalpindi til býin Gilgit, tá hann bleiv álopin við Babuar í Naran-dalinum einar 160 kilometrar norðan fyri høvuðsstaðin Islamabad.