Noyðast sjálvi at koma til svarini - annars er tað ikki teirra veruleiki

Í hesum døgum eru Ferðsludagar í Perluni í Havn, har landsins 8. flokkar verða bodnir til ein fjølbroyttan dag um ferðslu

Her greiða koyrilærari, løg­reglu­fólk, sjúkra­flutnings­tænasta frá sínum upp­liv­ing­um í ferðsluni. Skift verður ímillum framløgur, samskifti, hagtøl, myndir og filmir. Eis­ini sigur avvarðandi sína søgu, um brádliga at missa í ferðsl­uni, frá tá lívið við eitt broyttist. Hjálmar Dam, sjón­leikari, hevur eisini eitt upp­legg, har hann kjakast við næmingarnar.
Fyrra partin av degnum fáa næmingar kunning um váða­faktorar og vanlukkur. Ítøkiligu avleiðingarnar av ikki at taka ábyrgd av sær sjálv­um og hvør øðrum í ferðsluni verða framlagdar, uttan at nakað verður ballað inn. Tað eru Trygd og Trygg­ingar­felagið Føroyar, ið stuðla Ferðsludagarnar sum Ráðið fyri Ferðslutrygd skipar fyri.

Eingin fremstifingur
Hjálmar Dam, sjónleikari, sam­skiftir opið og erliga við næm­ingarnar um teirra atferð í ferðsluni. Endamálið er sostatt ikki lyftur fremsti­fingur, men at fáa tey ungu at taka lut og grunda yvir sínar gerðir og síni val í ferðsluni.
– Eg royni at skapa eitt trygt rúm, har eg við lættari men fastari hond stýri næm­ingar­nar gjøgnum eitt kjak við støði í veruligum van­lukkum og tvístøðum, sum tey ungu koma út fyri, tá tey skulu venda sær í ferðsluni. Tey skulu kunna siga sína meining við virðing fyri hvør øðrum, greiðir Hjálmar frá.

Hvat er óviljað manndráp?
Hjálmar lesur upp um eina veruliga hending, har ein 6 ára gomul genta varð yvir­koyrd. Tey fáa innlit í søguna við stuttum tíðinda­stubb­um úr bløðunum.
– Gongdin er at seta tey inn í støðuna frá fleiri sjónar­hornum. Hevði tú vart tann, sum koyrdi gentuna yvir, um viðkomandi var vinmaður tín? Hevði tú farið til jarð­ar­ferðina, um tú koyrdi gent­una yvir? Hevði tú lovað tí, sum koyrdi gentuna yvir, at komið til jarðarferðina, um tú var beiggi gentuna? Næm­inarnir eru áhugaðir og fúsir at siga sína støðu, sjálvt um tað ofta vísir seg at vera sera truplar tvístøður, sigur Hjálmar.
– Tey ungu halda oftast, at fongsulsrevsingin fyri óviljað manndráp ikki er tað ring­asta. Tað sum tyngir er gerðin – at liva víðari við gerð­ini, heldur Hjálmar.

Neyðugt at tey sjálvi gera svarini
Síðani verða næmingarnir bidnir at tosa tvey og tvey og deila sínar egnu upplivingar í ferðsluni – tað nýtist ikki at vera nakað dramatiskt. Men meiri enn so vísir seg, at tað millum næmingarnar ella lærararnar eru av­varð­andi ella vitni til ferðslu­van­lukkur.
– Tey sleppa at fáa orðið og greiða flokkinum frá sín­um upp­livingum – í tann mun tey sjálvi vilja, sjálvandi.
At enda verður vent aftur til tann veruleika, at vit aloft­ast hava møguleikan at velja. Eisini í ferðsluni, tá tað snýr seg um til dømis ferð og rús­drekka og ábyrgdina av okkum sjálvum og okkara vin­fólkum.
– Tey ivast ofta, og tað er fín­asta lagi, tí spurningarnir seta kortini tankarnar í gongd. Tað er umráðandi, at tey sjálvi koma til niður­støðuna. At tey hava eina ábyrgd, tá tey eru ein partur av ferðsl­uni. Bæði fyri sær sjálv­um og fyri hinum. Tí ein sann­leiki er ikki ein sannleiki fyri tey, um tey ikki hava gjørt mein­ingina til sína egnu – so liva tey ikki eftir tí. Tí er tað neyðugt, at tey sjálvi koma fram til svarið, og ikki vit vaksnu, heldur Hjálmar.
Hvat er endamálið?
– Endamálið er at fyrireika framtíðar ferðandi at vera ábyrgdarfull. So tey kunnu seta seg inn í bilin við einari sunnari dosis av virðing og kanska einum veti av ótta.
Hvussu taka næmingarnir ímóti?
– Eg haldi, at tey taka øgiliga væl ímóti tí. Hetta skal vera eitt trygt forum. Summi siga einki, og tað er í fínasta lagi, um tey bara lurta. Eg haldi, at øll eru ein partur av kjakinum kortini. Eg fái tey ikki til at lova mær nakað sum helst um at vera ábyrgdarfull í ferðsluni. Men ivaleyst setur hetta tankar í gongd hjá øllum.
Hví vildi tú vera við til at betra um ferðslutrygdina?
– Eg haldi, at hetta er eitt privilegium at sleppa at tosa við allar landsins 8. floks­næm­ingar. Tað gevur stóra meining at royna at gera ferðsluna tryggari í Før­oy­um. Og eg ivist ikki í, at um nøkur ár sæst tað aftur.
Heldur tú, at hetta ger mun?
– Eg veit ikki, hvar hesir tankarnir um avleiðingar av ósketnari atferð í ferðsluni skuldu komið frá, um tey ikki fáa tað hendan vegin nú. Í Perluni, har Ferðsludagarnir eru, hanga hagtøl uppi, hvussu nógv eru deyð. Fyri tey flestu er tað bara hagtøl, men summi kunnu seta nøvn og andlit á tølini. Men tað má ikki vera soleiðs, at onk­ur skal doyggja, aðrenn tey skilja tað. Vit skulu gera nakað við tað nú. Men tað er ilt at máta, hvønn mun hetta ger, tí hvør kann máta van­lukkuna sum ikki hendi? spyr Hjálmar.

- - -

Hjálmar um ferðslu...

Sjálvur tók Hjálmar ongan­tíð koyrikort, og hevði hvørki súkklu ella prutl sum ungur og smádongur, og tað var kanska gott, heldur hann.
– Tí tá eg var yngri, dámdi mær væl at taka kjansir. Tá eg fekk mær súkklu fyri 10 árum síðani, súkkl­aði eg 100-150 km um vik­una uttan hjálm. Og eg súkklaði skjótt, minnist hann.

Eygleiðari
Hjálmar eygleiðir nógv ferðsl­una til gongu. Hann heldur, at tá veðrið er ill­fýsið, sum tað ofta er í Føroyum, tykist tað sum bil­førarar kroka í bilinum og skulu skunda sær og hyggja minni fyri seg. Hann hatar at vera til gongu ella á súkklu í ring­um veðri, tí hann kennir seg ótryggan.
– Eg havi lítið álit á bil­førarunum. So eg brúki eygnasamband við bil­før­arar, at tryggja mær at teir síggja meg.

Telefonir í ferðsluni
Bilførarar eru tíðum at síggja við fartelefon í hond, heldur Hjálmar.
– Tað er eingin ivi, at tað hetta er vandamikið. Upp­merksemið hjá tær er skert. Eg leggi ikki pettið í, um fólk halda seg duga at multi­taska.

Visakort heldur enn lykil
– Tað átti at verið so, at mann setti visakortið í bilin í staðin fyri billykil. So kundi mann bara verið trektur hvørja ferð mann koyrdi ov skjótt ella ikki brúkti trygdarbelti. Fyri mong riggar tað bara at ávirka pengapungin.

Avbjóðingar í ferðsluni
Hvat heldur tú vera størstu avbjóðingina at røkka nullhugsjónini?
– Fólk, sum halda at tað er fjas at røkka null­hug­sjón­ini. At umvenda tey, svarar Hjálmar at enda.


Hjálmar Dam, 34 ár, sjónleikari. Hevur unnustu og 5 vikur gamla dóttur