Noyðast helst aftur til Portugals

Portugisiska løgreglan fær væntandi at senda boð eftir foreldrunum hjá Madeleine McCann, men tey ætla sær ikki aftur til Portugals

 

 

-Tey hava ikki fingið boð úr Portugal enn, men tað tykist greitt, at portugisiska dómsvaldið fer at biðja løgregluna senda boð eftir teimum, sigur Sky News.

 

Síðani í síðstu viku hevur portugisiski dómarin Pedro dos Anjos Frias kannað ta drúgvu frágreiðingina, sum hann fekk um málið við Madeleine McCann, ið hvarv tann 3. mai. Sambært Sky News hevur hann eisini fingið ein fyrispurning frá portugisisku løgregluni, tí hon vil fegin hava Gerry og Kate McCann til avhoyringar eina ferð afturat. Formliga eru tey bæði undir illgruna fyri at hava beint fyri Madeleine.

 

Gerry og Kate McCann hava boðað bretsku fjølmiðlunum frá, at tey vilja hava frið nú, so hini bæði børnini kunnu fáa ein vanligan gerandisdag aftur. Tey skulu samstundis hava boðað frá, at tey ætla sær ikki aftur til Portugals, men at tey kortini fara, um løgreglan krevur tað.