36 ára gamli serbiski tennisleikarin, Novak Djokovic heldur fram við at savna upp á stórar sigrar. Nú hevur vann vunnið 23 Grand Slam kappingar.
23. heitið kom í hús tá Novak Djokovic vann 3-0 á 24 ára gamla norðmanninum, Casper Ruud í finaluni í French Open kappingini á Rolland Garros grúsvøllinum í París.
Dysturin var tó javnari enn 3-0 ber boð um. Í fyrsta settinum hevði ungi norðmaðurin serbisku legenduna á knøunum, men tann royndi Djokovic reisti seg og vann 7-6 aftaná ein Tiebreak´ara.
Annað settið vann Djokovic sannførandi 6-3, meðan hann aftur mátti arbeiða hart fyri at knógva Ruud í triðja settinum, ið endaði 7-5 til Djokovic.
Hetta er annað árið á rað, at Casper Ruud tapir finaluna í French Open, men við sínum 24 árum hevur hann tíðina fyri sær.
Casper Ruud - Novak Djokovic 0-3 (6–7, 3–6 og 5–7) - finala í French Open