Nostalgia: Finn LP’ina tú saknar

Leygardagin verður serligi loppumarknaðurin Nostalgia VI hjá Reyða Krossi Føroya.

- Hetta er eitt gott høvi at ogna sær júst tað serstaku LP-plátuna, ið tær leingist eftir at hoyra á plátuspælaranum, verður sagt í eini fráboðan frá felagsskapinum.

Á Nostalgia VI vera vinylplátur í hópatali – bæði LP-plátur og singulplátur. Eisini eru guitarar, smáar trummur og áhugaverdar blokkfloytur - umframt kikarar, fototól og mangt annað spennandi.

Lp-pláturnar eru aftur ógvuliga populerar og eftirspurningurin er stórur. Sølan av Lp-plátum er hækkað nógv tey seinnu árini og fleiri ung fólk hava fingið hug at lurta eftir tónleiki á vinyli.

Tiltakið verður sum nevnt leygardagin, og verður tað hildið millum klokkan 10 og 15.