Ummæli
Kinna Poulsen
--------------
Várframsýningin tekur seg væl út; hon er ruddilig, væl skipað og einstøku listafólkini hava nóg mikið av plássi at breiða seg á. Eli Smith, sum umframt Øssur Mohr og Eyðun av Reyni, er í úrvalsnevndini, hevur tvær stórar, dekorativar myndir við á framsýningini, sum eru framleiddar á serligan hátt og sum hann nevnir steinmálningar. Tann eina myndin, har nakrir fiskar hómast í forgrundini, hevur okkurt religiøst yvir sær, sum er áhugavert og hóskandi í mun til tøkni, ið minnir um miðaldar kálkmálningar. Kári Svensson roynir seg hesaferð við trimum stórum, litríkum verkum, sum kundu líkst parafrasum yvir onkrari av myndum Mikinesar av fólkum við havið. Hóast litirnir eru sterkir, tykjast myndirnar veikar og merkiliga lívleysar. Fiskamyndirnar hjá Edwardi Fuglø bera sama brá av lívloysi.
Algild Forlorin List
Tað er ivasamt hvørt navnframi ummælarin á Weekendavísini, Lars Bukdal hveppir seg við tankan um nakað sum helst, so frekur sum hann er. Men ofta er okkurt í tí, sum hann skrivar og soleiðis er eisini við greinini, har hann kemur við hugtakinum, sum kom mær til hugs, tá eg trein inn í ársins Várframsýning. Greinin (sum allarhelst er partur av greinarøð) snúði seg um yndisaversiónir ummælarans innan bókmentir. Hetta stikni til ávísar bøkur hevur Bukdal dyrkað og skipað undir ymiskar yvirskriftir. Tann eina, sum er væl nýtilig eisini um myndlist, verður nevnd “Generaliseret Kitsch”, sum vit í fríari týðing kundu nevnt “Algilda Forlorna List”. Tað, sum er svikaligt við hesum listaslagnum er sambært Bukdal, ikki at tað er vánaligt, men at tað er lætt at ummæla jaligt, meðan tað er ringt at finnast at, av tí at verkini líkjast rættiligari list meira enn rættiliga list líkist rættiligari list. Tí meðan tann rættiliga listin ofta rakar skeivt, heldur AFL altíð til á breiða, trygga, rætta vegnum og hetta er altso galdandi fyri nógv av verkunum á Várframsýningini í ár.
Glottar
Nakrir glottar hómast á framsýningini m.a. í teimum fýra fotomyndunum, sum Anna Katrina Højgaard hevur sent inn undir speiska heitinum “Føroysk delikatessa”. Hetta eru bara fotomyndir av einum vanligum føroyskum døgurarætti, men døguri kann eyðsýniliga umbroytast til list. Tað sóu vit, tá tíðarritið “Vencil” valdi at hava óhugnaligu uppskriftina til Grunningshøvd, sum upprunaliga stóð í “Matur og Matgerð” (Marius Johannesen og Óluva Skaale) við í einum av teirra útgávum. Við speisemi, skemti og miklum álvarsemi hevur Anna Katrina Højgaard umbroytt ein gerandisdøgura til eitt episkt drama um lív og deyða. Myndevnið, sum í grundini er ein væl skipað og vøkur nature morte uppseting, minnir í stíli um myndir frá barokka tíðarskeiðnum. Hetta er galdandi fyri bæði litaval, ljós- og skuggaárin, men eisini tað sansaliga, vakra og tilfarsligt tilvitaða myndamálið. Samanumtikið eru tað tey meira óetableraðu listafólkini, sum standa fyri glottunum á Várframsýningini. Jóhan Martin Christiansen sýnir fram seks grafisk prent við teknirøðkendum myndamáli. Stílurin er skemtiligur og eitt sindur absurdur eins og í myndunum hjá Hanna Bjartalíð og Tummas Jákupi Thomsen. Jóhan Martin Christiansen er ein av okkara ungu listafólkum, sum tykist taka listina í álvara og sum í løtuni gongur í Holbæk Kunsthøjskole.
Koyr á Unn – Baby!
Tey fimm prentini hjá Anniku A. Gregoriussen eru stuttlig, vøkur og rættiliga designkend. Annika Hansen hevur tríggjar stórar akrylmálningar við á framsýningini og av teimum er serliga tann eini áhugaverdur og eitt sindur kvinnuaktuellur í skrivandi stund (8.mars). Annika Hansen er mær vitandi ikki blaðung, men sum listakvinna sýnist hon allíkavæl lutfalsliga fesk. Popplist er upp á móta millum tey ungu og ofta tykist avrikið grunt og fuskað, men ljósareyða “Perfect woman”, ið prýðir framsýningarskrá og plakat er við sínum lívfrøðiligu tilsipingum øðrvísi og áhugaverd. Myndamálið hjá Unn Joensen er ungt og herligt í teimum fimm smáu myndunum, sum hon hevur fingið við. Í lítlu myndini “Ferðafólk”, sum allarhelst er villasta íkasti á framsýningini, hevur hon klippt tveir lakk og leður-unglingar - tann eina við berari rumpu - inn í eina vakra, føroyska náttúrulýsing, so tað sær út sum ganga teir túr hond í hond einastaðni uppi yvir Klaksvíkini of all places. Bæði boðskapur og estetikkur tykist nær skyldur tónleikabólkinum “from hell”; 200 eitt nú í lagnum “Homofobia”. Koyr á Unn, kom aftur og gjarna í størri formati.
The winner takes it all ella hvat?
Framsýningarbygnaðarin í Havn er broyttur seinastu árini og vit hava fingið fleiri felagsframsýningar og fleiri framsýningarhøli. Ólavsøkuframsýningin bar í fjør brá av at vera eitt áhugavert eksperiment og Várframsýningin líkist nú eitt sindur Ólavsøkuframsýningini, sum hon plagdi at vera við amatørum og debutantum, ið verða framsýnd lið um lið við roynd listafólk. Tað er nú Heystframsýningin og onkuntíð Summarframsýningin, sum er vorðin sýnisgluggi hjá yrkislistini. Á Várframsýningini í ár kundi staðfestast, at listafólkini, sum tóku seg úr Felagnum Føroysk Myndlistafólk fyri trimum árum síðani, enn halda seg burtur frá framsýning felagsins. Eg hevði heldur ikki roknað við, at nakar teirra fór at luttaka á framsýningini og tað haldi eg heldur ikki nakar annar hevði væntað, uttan kanska leiðarin í Listasavni Føroya, men hann hevur nú eisini lyndi til at venda øllum við. Hetta gjørdist endaliga greitt, tá tað í síðstu viku á forsíðu í Sosialinum eydnaðist honum at stíga fram sum forfylgd óskyldigheit. Helgi Fossádal kennir seg sviknan av listafólkum, sum stóðu honum nær og sum heild hevur hann ilt við at skilja óviljan móti sínum egna persóni. Eg havi harafturímóti ógviliga ilt við at skilja Helga Fossádal, sum als onga orsøk skuldi havt til stúran og gremjan. Tað var hann, sum vann stríðið, sum hann sjálvur byrjaði og tessvegna er tað eisini hann, sum einsamallur ræður í Listaskálanum, sum hvat føroyskari samtíðarlist viðvíkur, gerst alsamt meira fongdur av Algildari Forlornari List.
Rák og mótrák
Tita Vinther og Guðrið Poulsen hava við ávikavíst hári og leiri myndað tara og gággur í eini felags dekorativari installatión og kanska er tað av tí, at teirra verk áður eru sæð saman á framsýningum, at tú í grundini ikki hugsar um, at tað snýr seg um eina samanseting. Í øllum førum tykist samansetingin uppløgd. Astrid Andreasen fæst eisini við havsins lív í sínum dekorativu lýsingum av æti, sum møguliga av tí, at tær eru staðsettar sentralt á smá svørt lørift, hava fingið eitt heldur stirvið úttrykk. Sum heild sæst ein greiður forkærleiki fyri vakrari, (smá)borgarligari og meinaleysari list, sum Várframsýningin ikki er einsamøll um, men sum hongur saman við einum størri ráki, sum vónandi fer at venda skjótt. Várframsýningin 2008 er at síggja í Listasavni Føroya 7.mars-6.apríl. Sí HYPERLINK "http://www.mynd.fo" www.mynd.fo