Norts Atlantic Provider gevst fyribils

Nevndin í P/f Norts Atlantic Provider boðar frá, at alt virksemi felagsins er lagt stilt fyribils, og at starvsfólkið er sagt úr starvi.

Víst verður á, at tað var við góðum treysti, at fýra føroysk-eitt norskt- og eitt skotskt felag í heyst stovnsettu felagið P/f North Atlantic Provider. Felagið skuldi virka við at útvega arbeiði innan eina komandi oljuvinnu. Suni á Dalbø, ið hevur virkað sum ráðgevi hjá Suður- Vestur Samtakinum, stóð á odda í stovnsetanini, og gjørdist stjóri.

Nú er so avgerð tikin um at niðurleggja alt virksemið felagsins, hóast felagið á ongan hátt er farið á húsagang. Nevndin kom uppí fyri einum mánað síðani, tí ov nógvir pengar vórðu brúktir í mun til inntøkurnar.

Virksemi felagsins er lagt stilt, men kann fara at virka aftur, tá tíðin er búgvin til tess.