Tað svíður í Sunnmøre á vesturlandi Noregs, at norsku meistararnir, Molde hava tapt fyri einum Grandiosa Pitsa seljara (also Árna Frederiksberg), ið søkti Molde FK. Tað bleiv skjótt ein yvirskrift í størsta miðlinum í nærøkinum hjá Molde, Sunnmørsposten. Millum yvirskriftirnar var eisini, at høvuðsvenjarin hjá Molde, Erling Moe sum gav ilt av sær:
##med2##
Men Árni Frederiksberg fær nógvar rósur. Sjónvarpið hjá VG, VG-TV sum sendi dystin hevði stórar rósur at bera Árna. Fyrrverandi leikarin hjá Kongsvinger og Brann Bergen, Carl-Erik Torp, ið var serfrøðingur hjá VG TV segði einki minni enn, at Árni er ein blandingur av David Beckham og Roberto Carlos. Og tað eru lovorð, ið vilja nakað:
##med3##
##med4##














