-Tryggið tykkum at baklandið er í lagi, tá tit fara undir oljuvinnu segði fyrrv. Statoilstjóri við Johan Dahl á oljumessu herfyri
Eitt av hæddarpunktunum hjá Johan Dahl, oljumálaráðharra, tá hann vitjaði á oljumessuni í Stavanger herfyri varð løtan, tá hann hitti ongan minni enn sjálvan pionerin í 40 ára gomlu norsku oljuvinnuni, Arve Johnsen. Hann var maðurin, sum tók stig til Statoil og stýrdi hesi norsku oljuskútuni í mong ár.
?Tað var sera áhugavert og gevandi at tosa við henda norska oljuveteranin, sum greiddi frá hæddarpunktunum í norsku oljumenningini og frá ætlanum, sum norðmenn arbeiða við at leingja um oljuframleiðsluna. Hann metti tíðina í dag vera eitt nýtt tíðarskeið í norskari oljusøgu og sum fer at vara eins leingi og fyrsta skeiðið. Hann helt tað eisini vera rætt av føroyingum at leita eftir olju og gassi men legði okkum eina við at hava baklandið í ordan tvs. at hava tey røttu fólkini til at stýra og virka hesi nýggju vinnuni sigur Johan Dahl við Portalin. Hóast komin nakað upp í árini er Arve Johnsen framvegis væl fyri og sigur sína hjartans meining um oljumenningina í heiminum og her serstakliga í Norra, har myndugleikarnir í løtuni arbeiða við ætlanum um at lata meira upp fyri oljuleiting í Norðurnorra og Barentshavinum.
Hetta ber til at hoyra meira um í sending á Rás2 millum klokkan 10 og 12, har Jan Müller hevur samrøðu við Arve Johnsen.