Drongurin varð funnin deyður í hjólrúminum á einum flogfari hjá niðurlendska felagnum KLM á flogvøllinum í Amsterdam. Tað skrivar norska blaðið Verdens Gang.
Niðurlenska løgreglan heldur, at drongurin doyði av súrevnistroti.
Norska løgreglan fekk í gjár at vita, at tann 17 ára gamli drongurin, sum var úr Larvik í Suðurnoregi, var horvin, og løgreglan fór alt fyri eitt at leita eftir honum.
Nú er komið fram, at drongurin fór í flogfarið í Sandefjord, og tá flogfarið lendi í Amstedam tveir tímar seinni, varð hann funnin deyður í einum hjólrúmi.
Nú verður kannað, hvussu tað eydnaðist dronginum at sleppa inn á flogvøllin í Sandefjord, uttan at nakar varnaðist tað.