Tað er tann 32 ára gamli Anders Behring Breivik, sum sæst á myndini, ið er tikin fyri atsóknirnar í Noregi, sum fyribils hava kostað 17 fólkum lívið, men sum helst fer at krevja fleiri offur, tá ið samanum kemur.
Hann hevur búð í Oslo alt lívið, men flutti til Hedmark fyri einum mánaða síðani, skrivar VG.
Eisini fleiri aðrir miðlar navngóvu mannin fyri lítlari løtu síðani.
Løgreglan hevur rannsakað íbúð hansara. Men hann hevur ongantíð verið í hóslag við løgregluna áður uttan ein dóm fyri eitt lítið brot á ferðslulógina fyri yvir 10 árum síðani.
Fyri nøkrum árum síðani fór hann, hugsjónarliga, heilt til høgru, og í kjaki á alnetinum, hevur hann verið rættiliga atfinningarsamur ímóti Islam. Hann kallar seg sjálvan tjóðskaparsinnaðan og í hansara hugaheimi kunnu fleiri mentanir ikki liva saman í friði og náðum.










