Norsku meistararnir rukku ikki í bólkaspælið

Tað var um reppið, at KÍ koppaði Bodø/Glimt í kappingini um at røkka bólkaspælinum í Champions League, men tað gekk ikki. Í gjárkvøldið máttu norsku meistararnir tó lúta.

 

Eitt vakurt einstaklingsmál hjá Albert Grønbæk helt Bodø/Glimt inni í dystinum um at røkka Champions League, men í longdu spælitíðini kiksaði hjá norðmonnum. - Foto: Darko Bandic/Ritzau Scanpix

Meðan Danmark og Svøríki hava verið umboðað í Champions Leagu fleiri ferðir seinastu árini, hava norsku fóbtóltsfeløgini staðið uttanfyri og hugt.

Og ár verður heldur ikki árið, har norsku meistararnir fáa pláss í størstu fótbóltskapping í Evropa og tjena nógvar pengar.

Møguleikarnir vóru annars góðir hjá Bodø/Glimt eftir 1-0 í heimadysti ímóti Dinamo Zagreb úr Kroatia í síðstu viku, men í umvendu uppgerðini í kvøld taptu norðmenninir í gjárkvøldið 1-4 eftir longda spælitíð og ruku út.

Harvið er framvegis einki norskt lið farið allan vegin til Champions League-bólkaspæli, síðani Rosenborg var við í 2007.

Nú skal Bodø/Glimt í staðin spæla í bólkaspælinum í Europa League. Í fjør síðstu kapping komu teir í fjórðingsfinaluna í Conference League.

Dinamo Zagreb fekk góða byrjan og kom longu fram um eftir fýra minuttir. Málið til 2-0 seinni í hálvleikinum var tó meira minniligt.

Her legði áleyparin Bruno Petkovic bóltin til rættis fyri seg sjálvan, áðrenn hann við einum saksasparkið smekkaði bóltin inn til hálvleiksstøðuna 2-0.

Aftanfyri við tveimum málum skuldu gestirnir royna okkurt annað, og eftir at hava spælt í ein tíma kom danin Albert Grønbæk á vøllin.

Danin, sum fyri kortum varð keyptur í AGF, sendi beinanvegin eitt hornaspark á pannuna á liðfelagunum Marius Hoibraaten, sum varð bjargað á strikuni.

Tá 20 minuttir vóru eftir gjørdi Grønbæk sjálvur bart.

Hann fekk bóltin nakrar metrar uttan fyri brotsteigin og sleit seg leysan, og so legði hann bóltin hegnisliga í málið aftan fyri málmannin.

Bodø/Glimt trýsti nú og kundi skorað aftur, men tað bleiv til longda spælitíð, og tá endaði galið hjá gestunum.

Í síðstu minuttunum skoraði fyrst Josip Drmic og síðani Petar Bockaj, og skuffaðu norðmenninir taptu slagið.

Rangers FC eru hinvegin aftur í fína selskapinum fyri fyrstu ferð síðani húsagangin fyri tíggju árum síðani.

Ta ferðina vvar felagið tvangsniðurflutt til fjórðbestu deildina í Skotlandi, men hevur síðani vunnið seg uppaftur.

Í fyrru kappingini eydnaðist tað at røkka finaluni í Europa League, har Eintracht Frankfurt vann í brotssparkskapping.

Nú eru Rangers klárir at tað stigið upp í Champions League eftir ein sigur upp á 1-0 á PSV Eindhoven í kvøld. Glasgow-felagið vann samanlagt 3-2.

/ritzau/

 

Eitt vakurt einstaklingsmál hjá Albert Grønbæk helt Bodø/Glimt inni í dystinum um at røkka Champions League, men í longdu spælitíðini kiksaði hjá norðmonnum. - Foto: Darko Bandic/Ritzau Scanpix