Norsku landsliðsleikarnir hava gjørt venjarunum, leiðarunum og norsku pressuni greitt, at teir vilja ikki hava nakra uppdatering frá dystinum í Istanbul millum Turkaland og Bosnia. Norðmenn ætla at konsentrera seg um at vinna á Malta, og so fáa úrslitið úr Istanbul aftaná. Norsku leikarnir hava ikki rætt til at nokta maltesiska stadionspeakaranum at siga støðuna úr tí dystinum, ella øðrum dystum. Tað hava stadionspeakarar rætt til, sambært reglugerðum hjá UEFA og FIFA. Norðmenn vóna, at Bosnia kann gera ein vørr ímóti Turkalandi. Men Zlatan Muslimovic, sum óivað er besti leikarin hjá Bosnia, verður ikki við ímóti Turkalandi. So sannlíkindini, at Bosnia koppar Turkalandi eru minni. Men norðmenn ætla at gera sína skyldu á Malta. So er spurningurin, um maltesiski stadionspeakarin ger sína skyldu yvirfyri áskoðarunum, og kunnar teir. Ella um hann velur at tiga við støðuni í Istanbul?